Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar.

Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Sum demenssamskipari hevur tú ábyrgd av og skal syrgja fyri, at demenstænastan hjá okkum virkar samsvarandi okkara kjarnuuppgávum. Tú skal við støði í teimum karmum og møguleikum sum eru, tryggja eina málrættaða, samanhangandi og dygdarmennandi tænastu, sum tekur atlit til einstaka tørvin.

Søkt verður eftir

  • Demenssamskipara til fast starv á starvsbrøk 0,8

Førleikakrav

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv sum demenssamskipari kann verða fyrimunur

Vit vænta at tú

  • Er við til at styrkja tvørfakliga samstarvið internt og eksternt
  • Er við til at uppbyggja demensøki okkara
  • Skapar møguleikar fyri borgarar, avvarðandi og starvsfelagar innan demens
  • Stuðlar og ráðgevur við tíni servitan
  • Er bindilið hjá borgarum við demens og familjum teirra, við til dømis at fyriskipa heimavitjanir, telefonsamrøður og avvarðandi tiltøk eins og samrøður
  • Er bindilið til kommunulækna, demensklinikk, demenstoymið, dagtilboð og aðrar viðkomandi stovnar
  • Í samstarv við landsdemenssamskiparar kunnar um og upplýsir um demens í nærumhvørvinum
  • Fyriskipar og stendur fyri undirvísing, ráðgeving og vegleiðing til starvsfelagar
  • Fyriskipar og stendur fyri undirvísing- og samrøðubólkum fyri borgarum, makum og børnum/øðrum avvarðandi
  • Stendur fyri at savna demenstoymi og hava regluligar fundir í toyminum
  • Skjalfestan í 3v skipan okkara
  • Gera mannagongdir fyri røktarætlan og lívssøgu hjá tí demensrakta saman við viðkomandi starvsfeløgum
  • Virkar fyri at fremja eitt gott umhvørvi og trivnað

Vit bjóða tær

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða innleiðslu

Meiri fæst at vita

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 ella á jongerd@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsóknir

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo Viðmerkt “Demenssamskipari”

Umsóknarfreistin er 15. Februar 2021

Um Vesturvón

Vesturvón er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs kommunum velja. Tænasturnar eru skipaðar eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í løtuni starvast umleið 100 fólk hjá Vesturvón.

Aðalmálið hjá Vesturvón er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Vesturvón, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Umleið 150 borgarar fáa samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst. Tænasturnar kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.