Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður ergoterapeutur ella fysioterapeutur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga?

Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livur upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður væntað av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi.

Ergoterapeuturin og fysioterapeuturin skulu arbeiða við terapeutiskum uppgávum, so sum fyribyrging, endur – og viðlíkahaldsvenjingar og gerandisrehabilitering. Terapeutarnir samstarva við aðrar fakbólkar. Tænastan verður veitt til fólk yvir 67 ár í egnum heimi og á heiminum á Sýnini.

Í terapeuttoyminum hjá Vesturvón starvast í løtuni ein deildarleiðari, ein fysioterapeutur og ein ergoterapeutur, sum er í barnsburðarfarloyvi.

Søkt verður eftir:

– Ergoterapeuti í barsilsfarloyvi á starvsbrøk 0,8 frá 1. novembur 2020 til og við 31. august 2021 ella eftir nærri avtalu

– Fysioterapeuti til fast starv á starvsbrøk 0,8 frá 1. novembur 2020 ella eftir nærri avtalu

 

Førleikakrøv

– Útbúgving, prógv og autorisatión sum ergoterapeutur/fysioterapeutur

 

Uppgávurnar verða:

– Veita viðgerð, venjing, endurvenjing

– Kanna, greina og meta um umstøður, førleikar og tørv á tiltøkum

– Luttaka í fyribyrgjandi tiltøkum til borgaran bæði einstakliga og í bólkum

– Veita terapeutiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til borgarar, starvsfólk og avvarðandi

– Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við inn- og útskrivan frá rehabiliteringdeildini og sjúkrahúsi, bæði tvør- og monofakligt

– Meta um, útvega og umsita hjálpartól

– Skjalfesta úrslit av venjing við skipaðum og miðvísum kanningum

 

Vit vænta at tú:

– Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum

– Hevur evni at virka og arbeiða sjálvstøðugt eins væl og tvørfakligt

– Dugur væl at samskifta, bæði við borgaran, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu

– Tolir broytingar og er opin fyri nýggjum avbjóðingum

– Hevur telduførleika á brúkarastøði

 

Vit bjóða tær:

– Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum

– Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi

– Ávirkan á menningina av terapeutiska tilboðnum hjá Vesturvón

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara á tlf. 793211 ella til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201

 

Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og KAF.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Vesturvón

Kálvalíðvegur 2

Fo-370 Miðvágur

ella til teldupostadressuna vesturvon@vesturvon.fo

Viðmerkið: “Umsókn sum ergoterapeutur/fysioterapeutur”.

Umsóknarfreistin er 18. oktobur 2020

Vesturvón tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.