Fast starv sum føðsluatstøðingur
Dugnaligu starvsfólkini í køkinum á Heiminum á Sýnini mangla ein dugnaligan og arbeiðssaman starvsfelaga.
Er tú føðsluatstøðingur ella proffessiónsbachelor er tað kanska júst tú, sum manglar í okkara toymi. Vit bjóða tær eitt fast starv á starvsbrøk 1,0 og starv í besta stórkøkinum í landinum. Vit vænta at tú kann byrja 4. januar 2022.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.
Køkurin ger allan mat til búfólk á Á Heiminum á Sýnini. Umframt hetta, gera køkurin eisini døgurðar til Ivanshús sum er dagtilboð og mattænastu til heimabúgvandi borgarar.
Køkurin leggur stóran dent á, at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat frá grundini.
Eisini hava vit júst fingið ein lærling, og kemur tú eisini at verða partur av tí virkseminum.
Søkt verður eftir
Føðsluatstøðingi ella proffessiónsbachelor til setanarbrøk 1,0, við møguleika fyri lægri brøki.
Arbeiðstíðin er 7 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Vit bjóða
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum
- Góða upplæring
- Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
Førleikakrøv
- Føðsluatstøðingur ella proffessionsbachelor
- Royndir at framleiga ymiskar dietar
- Góð evnir at samskifta í skrift og talu
- Royndir at arbeiða í stórkøki kann verða ein fyrimunur
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- Tolir stórt arbeiðstrýst
- Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
- Røkin og arbeiðssamur
- Fleksibul og tolir broytingar
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur
ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 21.novembur 2021.
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, kann tú venda tær til Thildu Gaardlykke, deildarleiðara á tlf. 793210 ella á teldupost thilda@vesturvon.fo