Føðsluatstøðari til Vesturvón

 

Køkurin á Heiminum á Sýnini leitar eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðara til setan 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru skipaðar í køkinum og eru fjølbroyttar, til dømis mat framleiðsla, planlegging, fyrireiking, vøru bílegging v.m.

 

Søkt verður eftir

  • Føðsluatstøðara til fast starv á starvsbrøk 0,875, svarandi til 35 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er 7 tímars vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Førleikar

  • Útbúgving sum føðsluatstøðari ella líknandi útbúgving
  • Góð evnir at samskifta í skrift og talu
  • Royndir at arbeiða í stórkøki og vitan um dietar kann verða ein fyrimunur

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst og megnar at hava fleiri bóltar í luftini
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin
  • Tolir broytingar og ert fleksibul

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum
  • Góða upplæring
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráði og Kost og Føðslufelag Føroya

 

Meiri fæst at vita

Nærri kunning um starvið fæst við at venda tær til Thildu H. í Líðini, deildarleiðara á telefon 665780 ella á telduposti thilda@vesturvon.fo

 

Umsóknarfreist

Freistin at senda umsókn inn er tann 1. desembur 2026 kl. 12.00.

 

Umsókn saman við lívrensli skal sendast við telduposti til okkara á vesturvon@vesturvon.fo og viðmerkjast skal “Umsókn føðsluatstøðingur”