Søkt verður eftir heilsurøktara til Heimið á Sýnini
Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til húsfólk okkara á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.
Søkt verður eftir:
1 heilsurøktara til farloyvisstarv á starvsbrøk 1, 0 á Uppistovu at byrja 1. novembur 2022 ella eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv:
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
Vit vænta at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt samsvarandi okkara málum
Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Góða innleiðslu
Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Erlu Johannesen, deildarleiðara á Uppistovu á tlf. 793212.
Setanarviðurskifti:
Starvið er í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk Uppistova”
Umsóknarfreistin er 6. oktobur 2022 kl.12.00