Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón

 

Trívist tú í einum toymi saman við øðrum dugnaligum røktarstarvsfólkum, so er hetta starvið júst tað rætta til tín.

Vit leita eftir nýggjum starvsfelaga, sum saman við okkum vil tryggja, at borgarar fáa eina heildartænastu. Eina heildartænastu, ið tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Er tú eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað møguliga júst tú, sum verður okkara komandi starvsfelagi.

Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.

Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

 

Søkt verður eftir:

Heimasjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum, við einum vikuskifti um mánaðan, at byrja 1. septembur 2026.

 

Førleikakrøv

Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

 

Vit bjóða tær:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Góða innleiðslu

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Biritu á Løgmansbø, deildarleiðara á tlf. 665740 og teldupost birita@vesturvon.fo

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

 

Umsóknarfreistin er 17. august 2026