Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón
Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.
Harumframt eru 37 bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.
Søkt verður eftir:
Farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum, við møguleika fyri lægri brøk, í tíðarskeiðnum 1.februar 2022, til 31.desembur 2022.
Førleikakrøv
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tað kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið.
Vit vænta at tú:
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar
starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 og teldupost jongerd@vesturvon.fo ella Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 793218 og teldupost bjarta@vesturvon.fo
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknarfreistin er 19. januar 2022