Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón

 

Ert tú ein eldhugaður og samstarvsinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær,

vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelaga.

Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu

frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.

Harumframt eru bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til

tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at

verða heima sum longst.

 

Søkt verður eftir:

Heimasjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu

 

Førleikakrøv:

Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið

 

Vit vænta, at tú:

Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum

Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur

Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi

Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar

Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar

starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing

Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum

Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða

brúktar á økinum

 

Vit bjóða tær:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

Góða innleiðslu

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 665740 og teldupost bjarta@vesturvon.fo

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. juni 2024 ella sambært nærri avtalu, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknarfreistin er 20. mai 2024