Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón
Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað júst tær
vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagi.
Vesturvón er skipað interkommunalt, og eru tað umleið 150 fólk, sum fáa tænastu
frá okkum. Talan er um samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp,
heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi venjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.
Harumframt eru 37 bú -, endurvenjingar- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.
Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til
tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at
verða heima sum longst.
Søkt verður eftir
Farloyvisstarv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøk 0,7 í skiftandi vaktum at byrja 1.januar 2022 ella skjótast tilber til 31.desembur 2022.
Førleikakrøv
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið
Vit vænta at tú
Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar
starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða
brúktar á økinum
Vit bjóða tær
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201 og teldupost jongerd@vesturvon.fo ella Bjartu Arge, deildarleiðara á tlf. 793218 og teldupost bjarta@vesturvon.fo
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 1. januar 2022 ella skjótast tilber, og lønt sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknarfreistin er 1. desembur 2021