Hevur tú ein leiðara í búkinum?
Vit leita eftir júst tí rætta terapeutinum, sum ynskir at standa á odda fyri terapi og dagtilboðnum hjá Vesturvón
Vesturvón hevur tørv á einum deildarleiðara, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hevur hug og árræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágum.
Vit bjóða eitt spennandi leiðarastarv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við sera dugnaligum starvsfólkum.
Sum deildarleiðari kemur tú í eitt leiðslunetverk saman við øðrum ágrýtnum deildarleiðarum, umframt at tú kemur at samstarva við fleiri ymiskar fakbólkar.
Vit bjóða tær eitt deildarleiðarastarv á starvsbrøk 1,0 at byrja 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Starvið fevnir um hesi høvuðsøki:
- Terapeuttoymi har tað starvast 1 ergoterapeutur og 3 fysioterapeutar.
- Dagtilboð í Ivanshús har tað starvast heilsurøktari, heilsuhjálpari og hjálparfólk.
- Ábyrgd av at menna skráseting, skjalfesting og eftirmeting av tænastum.
Tú kemur at hava fakliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga ábyrgd, og megnar at samantvinna starvsfelagar og tænastur.
Vit vænta okkum
Ein deildarleiðara, sum megnar at menna, implementera og eftirmeta fakligar mannagongdir við støði í nýggjari vitan. Ein deildarleiðara ið tryggjar, at fakliga støðið hjá Vesturvón er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini.
Ein deildarleiðara, sum megnar at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, eins og tvørfakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi fyri starvsfólkini.
Ein deildarleiðara við áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, sum setir dám á tænasturnar hjá Vesturvón.
Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum ergoterapeutur ella fysioterapeutur.
Kunnleiki til at arbeiða strategiskt við leiðslu, fyrisiting og menning er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðarin vísir til stjóran hjá Vesturvón.
Starvið er full tíð og er starvsstaðurin á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Fysioterapeutfelag Føroya ella Ergoterapeutfelagið.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 19. mai 2026.
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at ringja ella skriva til stjóran Jóngerð M. Nielsen á tlf. 665710 og teldupost jongerd@vesturvon.fo

