Góðkenning frá landslækna eftirliti

 

Tann 7. novembur 2023 var landslæknin saman við starvsfólkið frá Styrelsen for Patientsikkerhed aftur og vitjaði.

Tá eftirlit var í august 2023, fingu vit boð um, at rætta ávís viðurskifti.

Frá august og til eftirlitsvitjan aftur var í novembur, hava leiðsla og starvsfólk hjá Vesturvón arbeitt miðvíst við at betra á hesum ásettu økjum.

Starvsfólkini hava gjørt eitt fantastist arbeiði, og eru hesi viðskiftini nú rættaði.

Vit hava nú móttikið endaligu rapportina frá landslæknanun og Styrelsen for Patientsikkerhed, og eru øll boð strikaði.

Sí endaligu rapport fyri nærri kunning her.

Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón