Landslæknaeftirlit

 

Landslæknin hevur ábyrgdina av at gera eftirlit á viðgerðastovnum, og harvið eisini stovnum á eldraøkinum.

Endamálið við eftirlitinum er, at tryggja rættindi og trygdina hjá borgaranum, sum býr á ellisheimi.

 

Í desembur 2022 og í august 2023 hava vit havt vitjan av landslæknanum og Styrelsen for Patientsikkerhed.

Eftir fyrstu vitjan teirra fingu vit eitt hoyringsskriv og boð um at viðurskifti, sum skulu rættast upp, við atliti til trygdina hjá borgaranum.

Vit arbeiddu vit at betra um hesi viðurskiftir, eftirhyggja og íverkseta mannagongdir, soleiðis sum víst var á í hoyringsskrivinum.

Tílíkt arbeiði tekur langa tíð, og skulu starvsfólk latast í til hesa uppgávu fyri at kunnu íverkseta. Hóast vit vóru komin langt á leið, var ikki nóg mikið til at taka burtur boðini um at betra viðurskiftir.

Vit fáa vitjan aftur í næstum, og leggja stóran dent á at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Vit vóna og vænta at verða komin á mál innan øll betranarøkir, tá landslæknin aftur kemur á vitjan.

Rapportin frá vitjanini kann lesast her.

Jóngerð M. Nielsen, stjóri