Landslæknaeftirlit

 

Landslæknin hevur ábyrgdina av at gera eftirlit á viðgerðastovnum, og harvið eisini stovnum á eldraøkinum.

Endamálið við eftirlitinum er, at tryggja rættindi og trygdina hjá borgaranum, sum býr á ellisheimi.

 

Í desembur 2022 høvdu vit vitjan av landslæknanum og Styrelsen for Patientsikkerhed, og fingu í mars 2023 endaligt hoyringsskriv hesum viðvíkjandi.

Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at hetta eftirlit verður gjørt, og fegnast vit um, at hetta aftur verður sett á skrá.

Í hesum hoyringsskrivi varð víst á betranarøkir og viðurskifti, sum skulu rættast upp, alt við atliti til trygdina hjá borgaranum.

Vit hava arbeitt miðvíst við at eftirhyggja og gera mannagongdir, soleiðis sum víst verður á í hoyringsskrivinum.

Í løtuni leggja vit seinastu hond á hetta arbeiðið, og eru byrjað at seta nýggju mannagongdirnar og arbeiðshættirnar í verk.

Vit vóna og vænta at verða komin á mál innan øll betranarøkir, tá landslæknin aftur kemur á vitjan.

 

Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón

Í skjalinum her “Resumé til offentliggørelse Vesturvón” sæst úrskurður.