Samstarvsráð Vesturvón

Samstarvsráðið hjá Vesturvón virkar sambært §15 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

§ 15. Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.
Stk. 2. Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.
Stk. 3. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.
Stk. 4. Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

Hjá Vesturvón verður samstarvsráðið mannað av:
2 starvsfólkum, 1 búfólki og 2 avvarðandi

Samstarvsráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu, skrivara og nevndarlimum.

Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni, skipa fyri tiltøkum og átøkum fyri búfólk og avvarðandi. Samstarvsráðið avgerð sjálvt virksemi.

Hjá Vesturvón hevur samstarvsráðið skipa seg soleiðis:
Sonja Klein forkvinna, Frida Eyðfinnsdóttir næstforkvinna, Karin Joensen skrivari, Hanna Hansen og Elly Samuelsen nevndarlimir.

 

Vit síggja fram til eitt gott og gevandi samstarv, borgarum til gagns.

 

Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón