Søkt verður eftir røktarstarvsfólkið til Heimið á Sýnini

 

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

 

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

 

Søkt verður eftir:

  • 2 heilsurøktarum til fast starv á starvsbrøk 1,0 til Miðstovu at byrja 1. novembur 2021 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbrøki.
  • 1 heilsuhjálpara til fast starv á starvsbrøk 1,0 til Miðstovu at byrja 1. novembur 2021 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri lægri starvsbrøki.
  • Heilsuhjálpara til barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðnum 01.11.21 til 30.10.22 á starvsbrøk 1,0 til Uppistovu at byrja 1. novembur ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatiskur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða innleiðslu

 

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk, og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen stjóri á tlf. 793201 ella til  Vanju Carlsen, deildarleiðara á Uppistovu tlf. 793212.

Setanarviðurskifti:

Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya/Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.

 

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk”

 

Umsóknarfreistin er 13. oktobur 2021 kl.12.00