Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Sýnini

Vit leita eftir einum eldhugaðum og samstarvssinnaðum sjúkrarøktarfrøðingi,  sum ynskir at gerast okkara komandi starvsfelagið.

Á heiminum á Sýnini hava vit 35 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Vesturvón, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Á Uppistovu er búeind umframt rehabilitering, umlætting og palliatión.

Søkt verður eftir:

  • Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi til Uppistovu á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja 1. desembur 2022 ella eftir nærri avtalu

Førleikakrøv:

  • Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit vænta at tú:

  • Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
  • Er áhuga/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvið og toymum
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Við jaligum hugburði gevur títt íkast til trivnað og arbeiðsgleði

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita
  • Góða innleiðslu

Meiri kunning:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Erlu Johannesen, deildarleiðara á Uppistovu á tlf. 793212

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. desembur 2022 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo

Viðmerkið: “sjúkrarøktarfrøðingur til Uppistovu”.

 

Umsóknarfreistin er 17. Novembur 2022 kl.12.00