Søkt verður eftir heilsurøktara og heilsuhjálpara til Miðstovu/Innistovu á Heiminum á Sýnini

 

Nú er møguleiki hjá tær at fáa starv hjá okkum. Hvønn dag veita vit tænastu til húsfólk okkara, og eru vit fleiri ymiskir fakbólkar sum hvør sær gera mun.

Saman ynskja vit at tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Vit eru rúmlig og ynskja at tillaga okkara arbeiðsorku best møguligt. Ynskir tú til dømis helst at arbeiða bara um kvøldi/náttina ella bara dagvaktir, so lat okkum frætta frá tær, so hyggja vit uppá hetta.

 

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 at byrja 1. novembur 2024

Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

  • 2 heilsuhjálparum til fast starv á starvsbrøk 1,0 at byrja 1. novembur 2024

Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.

 

Førleikakrøv:

Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Prógv sum heilsuhjálpari

 

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða innan eldrarøkt
  • Hevur evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatisk/ur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

 

Vit bjóða:

Eitt gott arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum.

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag.

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.

Góða innleiðslu.

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Guðruna Gudmundsen, deildarleiðari á tlf. 665720 ella á teldupost: gudrung@vesturvon.fo

 

Setanarviðurskifti:

Arbeiðstíðir verða avtalaðar við setan. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya/Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

 

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk.

 

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk Miðstova”

 

Umsóknarfreistin er 13. oktobur 2024