Søkt verður eftir heilsurøktarum til Heimið á Sýnini

 

Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

 

Søkt verður eftir:

  • 1 heilsurøktara til fast starv á starvsbrøk 1,0 á Uppistovu at byrja 1 februar 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • 1 heilsurøktara til farlovyisstarv á starvsbrøk 1,0 á Uppistovu í tíðarskeiðnum 1. februar 2023 – 31.august 2023
  • 1 heilsurøktara til tíðaravmarka starv á starvsbrøk 1,0 á Miðstovu at byrja 1. februar 2023 – 31. desembur 2023 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatiskur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða tær:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

Góða innleiðslu

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Erlu Johannesen deildarleiðara á Uppistovu á tlf. 793212 ella Guðrun Gudmundsen, deildarleiðara á Miðstovu á tlf. 793213.

Setanarviðurskifti:

Størvini eru í skiftandi vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.

 

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Heilsurøktari á Heiminum á Sýnini”

 

Umsóknarfreistin er 5. Januar 2023 kl.12.00