Søkt verður eftir húsavørði til Vesturvón

 

Vesturvón leitar eftir einum ágrýtnum og ábyrgdarfullum húsavørði, at byrja í føstum starvi 1. desembur 2022 ella skjótast til ber.

Starvið er fjølbroytt og sjálvstøðugt. Húsavørðurin hevur umsjón av Heiminum á Sýnini og kringøkinum. Húsavørðurin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran.

Vit eru eitt arbeiðspláss við dugnaligum starvsfólkum sum hvønn dag veitur ymiskar tænastur til húsfólkini sum búgva á heiminum. Umframt húsfólk og starvsfólk, eru tað nógv fólk sum hava dagliga gongd á heiminum, og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin er fyrikomandi, tænastusinnaður og væl skipaður.

Søkt verður eftir:

  • 1 húsavørði á starvsbrøk 1,0

 

Førleikakrøv:

  • Handverkaraútbúgving ella royndir sum handverkari/húsavørður
  • KT – førleikar á brúkarastigi
  • Tað kann verða ein fyrimunur at verða elektrikari
  • Koyrikort er ein treyt

 

Vit vænta at tú:

  • Dugur at skipa arbeiði og er sjálvstøðug/ur
  • Hevur evni at finna loysnir og loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Trívist við broytingum, og einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Hevur gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
  • Hevur góð samstarvsevni

 

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða innleiðslu

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir:

Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 23. novembur 2022. Umsóknir skulu sendast til vesturvon@vesturvon.fo viðmerk “Húsavørður Vesturvón”

Ynskir tú nærri kunning um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við stjóran Jóngerð M. Nielsen á tlf 793201 ella við telduposti til jongerd@vesturvon.fo