Søkt verður eftir røktarstarvsfólki útiøki Vesturvón

 

Vit sóknast eftir nýggjum starvsfelaga at røkja uppgávuna at veita tænastu til heimabúgvandi borgarar í Vágoynni.

Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar.

Talan er tá um samskipaða tænastu, so sum heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænastu, dagtilboð og annað.

 

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

 

Søkt verður eftir:

  • Heilushjálpara til farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 á útiøkinum í tíðarskeiðnum 15. februar – 31. august 2022. Møguleiki er eisini fyri lægri brøk.

Førleikakrøv:

  • Prógv sum heilsuhjálpari

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
  • Hevur hug til at arbeiða innan eldrarøkt, og evnini at vera málrættað/ur og skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið
  • Kann, dugur og tímur at arbeiða í tvørfakligum umhvørvi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd
  • Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
  • Ert empatiskur í tínum samstarvi við borgaran og avvarðandi
  • Megnar at handfara og tillaga teg broytingar og at finna loysnir í broytingartíðum

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða innleiðslu

Um ikki skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Vesturvón sær rættin at seta hjálparfólk, og verða tey tá sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Bjartu Arge deildarleiðara á tlf. 793218 ella til Jóngerð M. Nielsen stjóri á tlf. 793201.

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya og KAF.

 

Umsóknir:

Umsókn við prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Røktarstarvsfólk til útiøki”

 

Umsóknarfreistin er 14. februar 2022