Vit eru ein dugnaligur samansettur starvsfólkahópur við ymiskum fakbólkum, sum hvønn dag veita tænastu til borgarar sum búgva á Heiminum á Sýnini. Vit eru ein partur av Vesturvón, sum veita ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og annað.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Hvør starvsbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki.

Hjá okkum fær tú møguleikan at taka vaktir í summar, og nema tær vitan og førleikar innan eldrarøkt. Tað er sera gevandi at arbeiða við aldrandi borgarum, og fáa vit nógvar minniligar løtur saman við teimum, teirra avvarðandi og starvsfeløgum okkara.

Tú fær sjálvandi góða innleiðslu áðrenn tú byrjar, og verður tað skipa eftir førleikum og royndum.

Ynskir tú at royna hendan møguleikan, frætta vit fegin frá tær. Hevur tú spurningar ella ivast tú í onkrum, so er tú vælkomin at skriva til okkara á vesturvon@vesturvon.fo ella ringja til deildarleiðarar okkara Joan K. Olsen á tlf. 793213 ella Vanju Carlsen á tlf. 793212.

Setanarviðurskifti:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Heilsuhjálparafelag Føroya/Heilsurøktarafelag Føroya og KAF.

Send eina umsókn og tú frættir aftur frá okkum innan 1 viku.