Spennandi farloyvisstarv sum Føðsluatstøðingur

 

Køkurin á Heiminum á Sýnini søkir eftir dugnaligum og arbeiðssomum Føðsluatstøðingi til farloyvisstarv frá 1. desembur 2021 til 31. oktober 2022 ella eftir nærri avtalu.

Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.

 

Køkurin ger allan mat til búfólk á Á Heiminum á Sýnini. Umframt hetta, gera vit eisini døgurðar til Ivanshús sum er dagtilboð og mattænastu til heimabúgvandi borgarar.

Køkurin leggur stóran dent á, at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat frá grundini.

Eisini hava vit júst fingið ein lærling, og kemur føðsluatstøðingurin eisini at verða partur av tí virkseminum.

 

Søkt verður eftir

  • Føðsluatstøðingi til setanarbrøk 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna.
  • Arbeiðstíðin er 7 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.

Vit bjóða

  • Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum
  • Góða upplæring
  • Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan

Førleikakrøv

  • Føðsluatstøðingur
  • Góð evnir at samskifta í skrift og talu
  • Royndir at arbeiða í stórkøki kann verða ein fyrimunur

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • Tolir stórt arbeiðstrýst
  • Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
  • Røkin og arbeiðssamur
  • Fleksibul og tolir broytingar

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur

ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo

Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 1.novembur 2021.

Fleiri upplýsingar

Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, kann tú venda tær til Thildu Gaardlykke, deildarleiðara á tlf. 793210 ella á teldupost thilda@vesturvon.fo