Spennandi starv sum Føðsluatstøðingur
Køkurin á Heiminum á Sýnini søkir eftir dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðingi til fast starv frá 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.
Køkurin ger allan mat til búfólk á Á Heiminum á Sýnini, umframt døgurðar til Ivanshús sum er dagtilboð og mattænastu til heimabúgvandi borgarar.
Køkurin leggur stóran dent á, at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat frá grundini.
Søkt verður eftir
Føðsluatstøðingi til fast starv á starvsbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er 7 tíma vaktir og 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur
- Mat framleiðsla
- Tilrættisleggjan og fyrireiking
- Matgera í samband við smærri og størri tiltøk
- Upprudding, uppvask og reingerð
Vit bjóða
- Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastum í køkinum
- Góða upplæring
- Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
Førleikakrøv
- Prógv sum føðsluatstøðingur
- Góð evnir at samskifta í skrift og talu
- Royndir at arbeiða í stórkøki kann verða ein fyrimunur
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- Tolir stórt arbeiðstrýst
- Samstarvssinnað/-ur og jalig/-ur
- Røkin og arbeiðssamur
- Fleksibul og tolir broytingar
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsstaðurin er á Heiminum á Sýnuni í Miðvági.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Kost og Føðslufelag Føroya.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívrensl og viðkomandi skjølum skal sendast til:
Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknin skal vera Vesturvón í hendi í seinasta lagi 4. juli 2022.
Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Vesturvón og starvið, kann tú venda tær til Thildu Gaardlykke, deildarleiðara á tlf. 793210 ella á teldupost thilda@vesturvon.fo