Starvsfólk til dagtilboð hjá Vesturvón

 

Er tú áhuga at starvast í einum góðum og sera gevandi umhvørvið innan eldri, so er tú vælkomin at søkja starv í Ivanshús, sum er okkara dagtilboð.

 

Vit leita eftir júst rætta persóninum, sum saman við okkum ynskir at skapa góðar og virðiligar karmar til heimabúgvandi aldrandi borgarar í Vágum.

Á Vesturvón hava vit eitt vælvirkandi dagtilboð, har umleið 25 borgarar úr allari Vágoynni eru knýttir.

Vesturvón er skipað interkommunalt, og vilja vit saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

 

Ivanshús hevur til endamáls, at skapa neyðugar karmar fyri, at heimabúgvandi borgarar kunnu verða saman við øðrum í einum gevandi felagsskapi.

Endamálið er eisini at stuðla uppundir, at borgarar í Vágum kunnu búgva heima sum longst.

Fyri at náa hesum endamálið, stuðla vit borgarum í at varðveita førleikar sum longst. Hetta verður gjørt við at stimbra borgarar likamliga, sálarliga og sosialt.

 

Vesturvón hevur ætlanir um at víðka dagtilboði, soleiðis at vit eisini hava eitt meiri demensvinarligt tilboð, og koma starvsfólkini at verða ein virkin partur í hesi tilgongd.

Í løtuni eru 4 starvsfólk knýtt at dagtilboðnum, 3 inni og ein bilførari.

 

Søkt verður eftir:

starvsfólkið við heilsufakligari útbúgving til fast starv á starvsbrøk 0,8 í dagvaktum gerandisdagar at byrja 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.

 

Førleikakrøv:

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.
  • kann verða ein fyrimunur at hava arbeitt innan demensøki og/ella at hava demenssamskiparaútbúgving.

 

Vit vænta at tú:

Ert áhuga/ður í at arbeiða við aldrandi borgarum samsvarandi endamálið

okkara.

  • Saman við okkum ynskir, at øll sum koma í Ivanshús fáa ein meiningsfullan gerandisdag.
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvið við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi.
  • Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar.

 

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum.
  • Fjølbroyttar og avjóðandi arbeiðsuppgávur.
  • Møguleikan fyri at ávirka á menna tænastur vit veita.

 

Meiri fæst at vita:

Ynskir tú at vita nærri ella hevur tú spurningar, er tú vælkomin at venda tær til Ingunn Hansen, deildarleiðari á tlf. 793211 ella við telduposti til ingunn@vestuvon.fo

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett 1. januar 2023 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála

millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Umsókn skal sendast til  vesturvon@vesturvon.fo og viðmerkjast “Starvsfólk til Ivanshús”

Freistin at søkja er 14. desembur 2022