Starvsfólk til dagtilboð í Ivanshús í Vágum

Hevur tú áhuga í at arbeiða í einum góðum umhvørvið innan eldri, so er tú vælkomin at søkja starv í Ivanshús. Vit leita eftir júst rætta persóninum, sum saman við okkum ynskir at skapa góðar og virðiligar karmar til heimabúgvandi aldrandi borgarar í Vágum.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Ivanshús hevur til endamáls at skapa neyðugar karmar fyri, at heimabúgvandi borgarar kunnu verða saman við øðrum fólki í einum gevandi felagsskapi.

Endamálið er at stuðla uppundir, at borgarar í Vágum kunnu búgva heima sum longst. Fyri at náa hesum endamálið, stuðla vit borgarum í at varðveita førleikar longst møguligt. Hetta verður gjørt við at stimbra borgarar likamliga, sálarliga og sosialt.

 

Søkt verður eftir:

  • Hjálparfólkið til tíðaravmarka starv frá 1. juli – 31. desembur 2022 á starvsbrøk 0,8

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða við aldrandi borgarum samsvarandi endamálið okkara
  • Saman við okkum ynskir at øll sum koma í Ivanshús fáa ein meiningsfullan gerandisdag
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvið við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
  • Fyrimunur um tú hevur førleikar ella royndir innan demens

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
  • Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingunn Hansen, deildarleiðara, tlf. 793211 ella við telduposti til ingunn@vesturvon.fo

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. juli 2022 ella eftir nærri avtalu og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn:
Umsókn skal sendast til: vesturvon@vesturvon.fo Viðmerkið: “Hjálparfólk til Ivanshús”

Umsóknarfreistin er 28. juni 2022