Summarið nærkast, og vit hava tørv á nógvum avloysarum í summar, soleiðis at okkara dugnaligu starvsfólk kunnu halda frí og løða battaríini.

Vit hava tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og køksfólki.

 

Vesturvón veitir nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar og til húsfólk inni á heiminum á Sýnini, og arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

 

Førleikakrøv

Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Til avloysarar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini løggilding.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfelagum, eins og eina spennandi og gevandi tíð.

 

Lønar og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

 

Freist

Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknini.

Send okkum umsóknina umvegis teldupost til vesturvon@vesturvon.fo

Vit viðgera innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili.

 

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 665700, mánadag til hósdag millum kl. 9.00 og 15.00.