Summarferiustarv á Vesturvón

 

Ynskir tú at gerast summarferiuavloysari hjá okkum?

Summari nærkast, og vit hava aftur tørv á avloysarum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og ófaklærdum til tey ymisku størvini.

Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar eins og til búfólk inni á heiminum á Sýnini.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum. Tó, so eru eisini starvsfólk sum bara eru til arbeiðis í dagtímum, tað er vaskarí, reingerð, dagtilboð og umsiting.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

 

Førleikakrøv

Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Til avloysararnar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini autorisatión.

 

Allir avloysarar fáa sjálvsagt góða upplæring frá dugnaligum starvsfelagum, eins og eina spennandi og gevandi tíð.

 

Vit vóna at hetta hevur fangað tín áhuga, og gleða okkum at frætta frá tær.

 

Lønar og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

 

Freist

Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknina.

Freistin at lata inn umsókn er sunnudagin 1. Mai 2022 kl.12.00

 

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú sjálvandi vælkomin at ringja til okkara á tlf. 793200 millum kl.9.00 og 15.00.