Summarferiustarv innan reingerð á Ellisheiminum á Sýnini
Nú summari nærkast, tørvar okkum avloysarar til reingerðingina.
Dámar tær væl at gera reint og verða millum fólk, so er hetta júst nakað fyri teg.
Starvið er tímalønt, 32,5 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at arbeiða 2. hvørja viku.
Vit vænta at tú er:
- álítandi, fyrikomandi og arbeiðsom/samur
- ábyrgdarfull/ur
- før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Setanarstaður er Vesturvón, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur.
Nærri fæst at vita, við at venda tær til Adu Hansen á tlf. 532921
Umsóknin skal sendast til vesturvon@vesturvon.fo viðmerk “Summarstarv reingerð”.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
Seinasta freist at søkja er 13. Juni 2022