Heimatænastan og eldrarøktin í Vágum

Vesturvón er heilsurøkt alt lívið

HVAT

Endamálið hjá Vesturvón er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Vesturvón heldur til á heiminum á Sýnini, og fevnir um heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu og dagtilboð.

HVØRJI

Jóngerð M. Nielsen er stjóri á Vesturvón, ið er samstarv millum Vága- og Sørvágs kommunu. Fyri samstarvið er valt eitt stýri við limum úr báðum kommunustýrum.

Bjarni Prior, formaður, Eyð Ellingsgaard, næstforkvinna, Elsebeth Davidsen, stýrislimur fyri Sørvágs kommunu, Rósa Samuelsen og Sólfríð Fjallsbak, stýrislimir fyri Vága kommuna

UMSÓKN

Ætlar tú at søkja um onkra av tænastunum, ið Vesturvón veitir, ber til at fylla út oyðiblað her á síðuni og senda tað til okkara á vesturvon@vesturvon.fo.

STARVSLÝSINGAR

MYNDASAVN

TÍÐINDI